Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagtilhaldið “Sóljan” 20 ára føðingardag

John William Joensen

Tann 11. oktober 1987 lat Dagtilhaldið upp í gamla í hotellinum í Víkunum í hesum sambandi verður móttøka í hósdagin frá kl. 17-21 í Skálanum

– Í blaðgrein frá tíðini tá húsið var sett á stovn stendur at lesa um dagin tá húsið lat upp á fyrsta sinnið.

– Margit Joensen, sum tá var formaður í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar Býráð, flutti fram røðu og hon greiddi frá at orðsøkin til at Klaksvíkar Býráð keypti húsini var at ætlanir vóru frammi um at ríva tey niður. Men Vilhem Jóhannesen sum eisini sat í sosialu nevnd kom við tankanum um at brúka húsið til tey eldur. Endin var at býráði samtyki at gera dagtilhald fyri tey eldru, segði Margit Joensen m.a.. í røðu síni.

– Fyrsti leiðarin fyri dagtilhaldinum úti í Víkunum var Anna Høgnesen (Anna úti á Oyri) eftir hana tók Anna á Hædd Stampe yvir. Síðan februar mánaða 2004 hevur Mamy Dahl Sørensen verið leigari og hon sigur at nógv verður gjørt burtur úr føðingardegnum
– Vit halda føðingardagin í Skálanum frá kl. 17 hósdagin har vit fara at hava nátturða og ein kaffimunn. Eisini verður ymist yndirhald á skránni – m.a. fara vísumenn at syngja.

Stórur áhugið fyri
dagtilhaldinum
Mamy sigur at nógv eldri fólk vitja dagliga tilhaldið. Tað eru mest pensjónistar og fólk sum eru um pensjónsaldur, sum vitjað okkum.
– Í 2006 skrásettu vit 4200 vitjanir, so ikki kann annað sigast at húsið verður nógv brúkt.
– Tørvurin er nú so stórur at húsið er alt ov lítið og tí eru vit í ferð við eina umbygging. Býráði hevur samtykt at fremja ætlanirnar og arbeiði byrjar fyrsta dagin og skal arbeii verður liðugt til jóla
– Umbyggingin fer at vaksað munandi um dagtilhaldið sum í dag húsast í 70 fermetrum. Tá umbyggingin er liðug vera 300 fermetrar til dagtilhaldið.

Nógvir aktivitetir
Tað er sera ymiskt hvat tey gomlu gera í dagtilhaldinum.
– Summi spæla kort og popp meðan onnur gera okkurt meira handaligt.
– Onnur dáma væl at ganga túrar og javnan verður skipað fyri felags gongutúrum.
– Tey eldru dáma sera væl at ferðast og hugurin er eins góður til innalandaferðir sum at ferðast uttanlanda.
– Nógvir eysturoyingar vitja dagtilhanldið og vit fara eins og onnur ár at hava eina felags ræstkjøta veitslu. Í ár verður hon 22. november í bygdahúsinum í Leirvík.

Tað er ókeypis hjá brúkarum at brúka dagtilhaldið og húsið úti í Víkunum er fyri øll eldri fólk í Norðoyggjum.

Harleyfacadeacryl