Vitjið inn á gólvið og fyllið breyðposan við rundstykkum
Í eina tíð hava handverkarar arbeitt dag og nátt á Shellstøðini í Klaksvík. Støðin hevur fingið ein nýggjan nýmótans disk, sum gevur nógvar nýggjar spennandi møguleikar. Ein tænasta sum støðin er glað fyri at bjóða fram, er Bake-off. Frá fríggjamorgunin av, fara tey á Shellstøðini at bakað sjálvi og í framtíðini fer man at kunna fáa nýbaka rundstykkir, breyð, winerbreyð og annað gott.
Í samband við hesa nýggju tænastuna, bjóðar Shellstøðin øllum kundunum ókeypis rundstykkir’ fríggjamorgunin millum kl. 8 og 10.
Leiðarin hjá Shell í Norðoyggjun Niclas Heri Jákupsson vónar at nógv fólk koma at fylla sær posan við bollum og rundstykkum.




