Formaðurin í trivnaðarnevndini hevur biðið um, at málið varð útsett til mikudagin – og løgtingsformaðurin hevur eftirlíka umbønini.
– Orðsøkin til at vit bóðu um at fáa málið tikið av skránni fyri tingfundin í dag er at tað tekur longri tíð at fáa álitið skrivað og eisini dregur tað út at fáa politiska arbeiði kring málið frá hondini, sigur Marius Dam, formaður í trivnaðarnevndini í stuttari viðmerking.
Hann vantar at málið verður klárt at leggja fyri tingið mikudagin.




