(Men gloymt at boða tinginum og Føroya fólki frá?)
Hava verið til arbeiðis í tinginum seinastu dagarnar, og sami ruðuleiki sum hevur verið í landsins leiðslu seinastu knapt fýra árini, kemur nú eisini týðuliga til sjóndar í arbeiðinum á Føroya Løgtingið.
Tilvildin er tann sum ræður, og tað gerst sjónligari og sjónligari fyri hvønn dag sum gongur, at her hvørki er ella vil vera nakar sum traðkar fram og vil taka ábyrgd og seta út í kortið hvagar leiðin hjá føroyska samfelagnum skal ganga.
Búskapurin siglir sín egna sjógv, vantandi langtíðarplanlegging á øllum økjum, alt koyrir uppá besta beskubb. Eitt nú hvørjar íløgur skulu raðfestast innan gransking, granskingarpark ella gransking? Hvørjar íløgur skulu raðfestast innan samferðslukervi, flogvøllur ella Sandoyartunnil? Hvørjar íløgur skulu raðfestast innan heilsuverki, at skráseta mistøk hjá hvørjum øðrum ella at góðskumenna sjúklingaviðgerðirnar? Hvørjar íløgur skulu raðfestast innan útbúgving, uttanatslæra ella eftirútbúgving av lærarum? Hvørjar íløgur innan mentan skulu raðfestast yvirhøvur?
Hetta er sera ringt at fáa eyga á nú fíggjarlógin er løgd fram og hvør landsstýrismaður roynir at yvirbjóða hvønn annan við einum stórfingnum projecti fyri og øðrum eftir. Flogvøllur, undirsjóvartunnil, trygdarmiðstøð, granskarapark, fyritíðarpensjónir í næsta valskeiðið, skattalættar í næsta valskeiðið, og you name it, her eru ongi mørk fyri hvussu valstríð kann rekast við almennum pengum úr landskassanum.
Og ikki nokk við tí, til viðgerðirnar av týðandi málum í tinginum, hvørki hoyrist ella sæst landsstýrið. Hava júst viðgjørt mál um at veita fyritíðarpensionistum við lægstu fyritíðarpensjón betri kor, ein roynd sum hevur verið gjørd á hvørjum árið í hesum valskeiðinum, men ongin áhugi frá samgonguni, landsstýrismaðurin hvørki hoyrdist ella sást í tinginum.
Uppskot um at gera munandi náttúrufriðingarátøk í føroysku náttúruni, at skipa tjóðarlundir í Føroyum, men ongin áhugi frá samgonguni, landsstýrismaðurin hvørki hoyrdist ella sást í tinginum.
Viðgerð av umsókn um EFTA limaskap hjá Føroyum, eitt sera týðandi mál fyri framtíðar føroysk handilsviðurskifti, men sama søga endurtók seg, Føroya løgmaður, sum varar av málinum, hvørki hoyrdist ella sást í tinginum.
Alt hetta sjálvt um tað er skylda hjá landsstýrismanninum at vera til staðar tá løgtingið hevur fund.
So, álvaratos, hevur løgmaður lagt frá sær, men gloymt at boða Tinginum og Føroya fólki frá?
À Meðalsbrekku 12. oktober 2007.
Heidi Petersen.




