sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, sum eftir at hava sæð dystin móti Frankarríkið á sjónbandi – álíkavæl sær nógv positivt
– Eg eri ótrúliga skuffaður at vit taptu 6-0 móti frankarríkið og serliga tað at ein ikki kendi at leikarar gjørdu nóg stórarn innsats.
– Tó vil eg siga at eftir at eg nú havi havt møguleika til at sæð dystin á sjónbandi, so havi eg fingið eygað á nógv positivt.
– Tað er greitt at spælið hjá okkum frameftir vøllinum virkaði sera væl móti Frankarríkið.
– Vit duga væl at kombinera okkum upp eftir vøllinum – og tað gevur okkum fleiri málmøguleikar – sum vit áttu at fingið meira burtur úr.
– Hinvegin so fáa fransmenn trí sera heppin mál – sum teir koma alt ov lætt til. Tað ger at úrslitið koppar trí mál skeiva vegin.
– Eg skal tó ikki royna at burturforklára vánaliga úrslitið.
Stór útskifting
Tað er ein rættulig gjøgnumgongd av leikarum á landsliðnum í løtuni og landsliðsvenjarin heldur at hetta er sera óheppið.
– Tað líkist mest eini skaðastovu at koma inn í umklæðingarrúmið hjá landsliðnum í løtuni.
– Støðan er alt annað enn normal og tað sæst eisini á úrslitunum.
– Nú vít fóru til Ukraine komu avboð frá Fróða Benjaminsen, tí konan er komin at eiga.
– Kvøldið fyri vit skuldu avstað fekk Herbert í Lon so nógvan febur at hann noyddist at geva avboð.
– Súni Olsen fekk gult kort í dystinum og tað gevur honum leikbann.
– Hans Pauli Samuelsen boðaði frá eftir dystin at hann kom ikki við til Ukraina tí hann ikki slapp inn á vøllin móti Frankarríkið. Tá eg hugsið um hvussu leingi leikarar sum Jákup Mikkelsen og Rógvi Jacobsen sótu á beinkinum áðrenn teir fingu møguleikan á liðnum so má eg siga at eg haldið sera lítið um avgerðina hjá Hans Paula.
Gott at fáa Atla aftur
– Tað er tó okkurt gott at fegnast um og serliga tað at Atli Danielsen nú aftur er í hópinum er styrkjandi.
– Eg havi so eisini úttikkið Hanus Torleifsson og Tem Hansen, men tað er greitt at tað er sera óhepið at vit mugu skifta fýra leikarar út til hvønn dyst.
Landsliðsvenarin ikki útbrendur
Tað eru fleiri røddir frammi um at landsliðsvenjarin skal vera útbrendur – men tað vísir Jógvan Martin aftur.
– Tendensirnir í avrikunum hjá landsliðnum í ár hava verið sera positivir og sjálvur haldi eg at glottar hava verið í spælinum. Tað sóu vit eisini í dystinum móti Frankarríkið hóast stórtapið.
– Tað at vit í dag bert hava fýra leikarar sum spæla uttanlanda – harav bert ein spælir regluliga í fremstu donsku deildini, er ikki nøktandi.
– Fyri nøkrum árum síðan var vanligt at 10 landsliðsleikarar spældu uttanlanda og tað er klárt at tað kroppsliga støði sum leikarar í spæla uttanland eru á – er við til at geva tað eyka sálarliga yvirskotið – sum ger at vit kunnu avrikað meira.
– Ert tú ítróttarmaður so ert tú eisini sera kensluborðin eftir eitt stórtap, men nú eg havi summa meg kann eg ikki annað enn vera hugagóður og eg eri als ikki útbrendur.




