Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gingið væl hjá Sláturmiðstøðini

Oliver Joensen

Sláturmiðstøðin í Haraldssundi setti sær sum mál at fletta um 100 seyðir í ár, og tað sær út til at teir fara at røkka hesum máli.

Jákup Jacobsen, í Haraldssundi sigur, at undirtøkan hevur verið góð síðani Sláturmiðstøðin fór at virka. Tað hevur gingið væl at fletta eisini, og tilsamans hava vit nú flett útivið 700 seyðir.

Størstu veðurlombini vit hava flett eru frá Mortan Joensen úr Fuglafirði, har eitt vigaði 52 pund og eitt 47 pund. Tað er annars misjavnt, sum hagapartarnir lata at seyðinum í ár, men sum heild haldi eg at seyðurin samanumtikið er væl fyri.