Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útsøgnin frá løgmanni órógvar

John William Joensen

sigur Jørgin Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sum ikki er í iva um, at teir tríggir samgonguleiðararnir gjørdu eina politiska neyðsemju.

Løgmaður sigur mánadagin við Norðlýsið at tað ikki fyri liggur nøkur politisk semja í málinum um Føroyr sum eitt valdømi.

Tað sum løgmaður og hinir formennirnir í samgonguflokkunum tosaðu um –  var at dyrka ein møguleika, sum møguliga semja var um, men hetta er Jørgin ósamdur í.

– Eg má siga at tað sum løgmaður nú sigur stríður ímóti tí sum vit tríggir samdust um.

– Vit vistu sjálvsagt tað at vit ikki fingu allar í samgonguni at taka undir við semjuni – men hetta var ein neyðsemja sum vit gjørd í samgonguni fyri at sleppa víðari.

– Málið var jú fullkomuliga rent fast og tí var neyðugt hjá okkum at gera hesa semjuna.

– Løgmaður kann kallað barnið tað hann vil – men eingi ivi er um at vit hava gjørt eina avtalu millum flokksleiðslurnar. Tann avtalan stendur við so leingi sum einki annað er avtalað.