Tilboðini bæði uppá Tekniska Skúla í Klaksvík og Ósáskúlan
vísa greitt, at upphitingin er ikki so víðfevnd, sum Laksáfoss
í fjølmiðlunum roynir at billa fólki inn. Hon er í høvuðsstaðnum
Fyri kortum varð boðið út at byggja Tekniska Skúla í Klaksvík.
Umframt at hann var nakað bíligari at byggja enn metingin segði, var útbyggingin fyrr liðug enn ætlað. Norðhús framdi hesa bygging.
Í hesum døgum eru so tilboðini komin inn uppá at byggja Ósáskúlan, sum er kommunal bygging. Hesi tilboð liggja umleið 5 mió. krónur ella 15% lægri enn metingin er.
Hetta er upphitingin sambandsmaðurin og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í so gott sum hvørji útvarpssending tosar um.
Her er bert ein staðfesting, sum vit nú mugu taka upp politiskt, tí landsstýrismaðurin eigur at vita betri.




