Løgmaður er komin í rasshaft av Kyoto málinum.
Hann liggur sum lús ímillum naglarnar á aðrari hondini. Ímillum Connie Hedegaard og 4 minnilutar í løgtingsins uttanlandsnevnd.
—————–
tórbjørn jacobsen
——————
Upprunaliga átti Jacob Vestergaard málið, men táið hesin eftirhondini er vorðin so fráverandi í politiska arbeiðnum, at hann er givin at møta á tingfundi, mátti saðlast um táið mál hann hevur ábyrgdina av verða viðgjørd, millum dømini eru valskipanin, Kyoto, tjóðarlundir og nú uppskotið um broytingar í revsilógini. Táið nú Jacob Vestergaard hevur suspenderað seg sjálvum úr sínum yrki sum landsstýrismaður við løn, hevur Jóannes Eidesgaard tikið um endan í Kyoto málinum.
Tað var ein sjónliga frustreraður løgmaður, sum møtti í sjónvarpinum ígjárkvøldið. Tríggjar ferðir hevur hann stevnt uttanlandsnevndini til fundar fyri at finna útav, hvat ið hann sjálvur skal meina um sítt egna uppskot, og um menn ikki bara treytaleyst kunna ganga undir einvegis dekretini frá donsku centralmaktini í hesum málinum – umboðað av Connie Hedegaard.
Tjóðveldi hevur í nevndini stríðst fyri tí einasta rætta sjónarmiðnum, at føroyingar verða ein javnsettur samráðingarpartur á heimspallinum, eisini í umhvørvismálum. Nú er løgmaður, sum samgonguleiðari eftir øllum at døma komin til ta niðurstøðu, at boðini til Connie verða, at fyrivarnini mótvegis Kyoto ikki vera lyft á hesum sinni, og at føroyska støðan verður óbroytt komandi 4 árini.
Harvið stendur hon við og versnar. Orsøkin til hansara støðu er ikki bara støðan í uttanlandsnevndini. Tað sigst, at ein partur av samgongumonnunum ikki veit hvat Kyoto málið snýr seg um yvirhøvur, í hesum sambandinum spurdi ein teirra ógvuliga symptomatiskt, táið viðgerðin av Kyoto málinum var í hæddini og menn høvdu tosað um útstoytsgass eina góða løtu, nær ið tingmenn ætlaðu at gevast við hesum tosinum um Toyota.
Og nú er chefidologurin hjá samgonguni úti á heimasíðuni hjá Norðlýsinum, har hann ger bart, og nú gjørdist tað so sólarklárt hví Vestergaard er burtur og Jóannes er farin at mala á kúluni, soleiðis at ongin veit hvat vendir upp og hvat ið vendir niður í Kyoto málinum longur.
Citatir úr samrøðu, sum John William Joensen hevði við Óla Breckmann á heimasíðu Noðlýsið´sins ígjár:
Kyotoavtalan er størsta svindilnummar síðan katólska kirkjan seldi føroyingum syndanna fyrigeving.
Hetta er størsta svindilnummar síðan St. Pæturskirkjan í Rom bleiv bygd. Tá stóð føroyingum í boði, at keypa eitt pappír frá kirkjuni – har teir fingu syndanna fyrigeving – og eg má siga sum er – Kyoto avtalan er ein lygn á sama støði.
Tað er heilt fantastiskt, at ein havfrøðingur – sum Bogi Hansen, hevur megnað at billa løgtingsmonnum inn – at um tú koyrir ov nógv bil so steðgar Golfstreymurin!! – Er tað ikki fantastiskt???
Hetta minnir mest um søgurnar hjá Heðini Brú – tí tað sum teir prædika hevur einki við vísund at gera – men er tað reina tvætl!!!
Fyrr vóru føroyingar lumpaðir til at keypa syndafyrigeving frá katólsku kirkjuni – og nú eru vit – guð hjálpi mær – bundin til at keypa kvotur upp á luft – tað reina gass – frá altjóða Kyoto mafiuni.
Kyoto avtalan skal gera, at føroyksa íkastið kemur at minka hitan á jørðini 0,2 gradir í ár 2050???????
Tú skalt vera bæði frekur og býttur – ja tútafrekur – fyri at tosa upp á tann mátan, sum lærusveinarnir hjá Boga Hansen hava gjørt í tinginum seinastu tíðina.
Hatta er eitt stórt svindilnummar, alt sum tað er.
Men teir – sum rópa harðast um Kyoto eru eisini ídnastu talsmenn fyri at friða hvørja makkapirru í føroysku fjøllunum og eru eftir hondini við at spinna rættiliga góðar akademiskar lønir burtur úr starapørum og makkapirrum.
G.K. Chesterton segði at øll – sum velja ikki at trúgva upp á Guð – eru noydd at trúgva uppá alt annað!
Eingin hevur nakrantíð sæð ozonlagið og tí velja øll jú at trúgva dómadagsprofetunum – sum hvønn dag finna okkurt nýtt at forskrekkja fólkið við.
Føroyingar kunnu gera nógv fyri umhvørvið – uttan at gerast í ørviti av hasum altjóða gangstaravirkseminum
Eg veit ikki um fólk í Føroyum fáa kensluna av at vilja hvalast – men tað halda tingmenn – tí nú skulu Føroyar gjarlda fyri at sleppa at anda.
Hesar endurgevingarnar siga ikki so lítið um orsøkina til gongdina í Kyoto-málinum, hví Jacob Vestergaard er horvin av politiska pallinum og hví Jóannes Eidesgaard nú situr við einum stórum peruvellingi í kneppinum og ger Føroyum fyri skommum í altjóða samfelagnum.
Fyri løtu síðani poppaði Vestergaard tó undan kavi aftur, og staðfesti, at hann hevur skrivað uttanlandsnevndini eitt bræv, harið ið hann gongur ímóti løgmanni í Kyoto málinum, og harvið skuldi tað verið siglað við sjeytumnmaseymi, at Óli Breckmann, chefideologurin hjá samgonguni, hevur vunnið politiska spælið enn einaferð.
Fyrst boygdi hann Vestergaard, síðani umboðini hjá Fólkaflokkinum í uttanlandsnevndini, hareftir sín egna tingbólk og nú alla samgonguni. Strategi og taktikkur gingu upp í eina hægri eind, nú Jóannes Eidesgaard stendur við kyotoskegginum í postkassanum – eina viku fyri at hann skal hitta formannin í danska móðirflokki sínum, Helle Thorning Smith.
Føroyska deildin í danska socialdemokratiska flokkinum hevur tað ikki gott í hesum døgum. Men man liggur nú einaferð soleiðis, sum ein hevur reitt sær bólið. Og táið ongin teirra hevur mælt ímóti útsagnunum hjá Óla í Norðlýsinum, mega vit onnur bara ganga út frá, at Javnaðarflokkurin umsíðir er konverteraður, hevur gjørt ta heilt stóru metamorfosuna, og tekur undir við Óla og Fólkaflokkinum í umhvørvispolitikkinum.




