sigur Alfred Olsen, løgtingslimur, sum eisini skilur útsøgnina hjá Kaj Leo í útvarpinum, sum at hann eisini heldur at best er við nývalið
– Eg má siga sum er, at sum støðan er í løtuni er best at út útskrivað val – tí tað er ábyrgdarleyst at halda fram fyri ein hvønn prís.
– Sum eg skilti formannin í Sambandsflokkinum, so var hann eisini av tí áskoða at ikki var møguligt at halda fram sum støðan er í løtuni – tí tað eru so nógv mál, sum skapa stórar trupuleikar.
– M.a. bleiv Kyoto sáttmálin bráddliga ein trupuleiki eftir at tað var samtykt í løgtinginum og tað, sum gongur fyri seg í løtuni er ikki gott fyri nakað sum helst.
– Tí fari eg at atkvøða fyri einum uppskotið um nýval.




