Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pól Arne og Jón í Klaksvík

John William Joensen

Leygarkvøldið verður live-kvøld á Fortuna við Pól Arna og Jón.

Teir hava báðir spælt í rokkbólkinum TÝR og í øðrum bólkum sum All that rain, Revival og Wild Child.

Pól Arni og Jón eru “gamlir í garði” og spæla alskyns tónleik, føroyskan sum útlendskan og royna at leggja seg eftir fólkatónleiki, so sum írskar og skotskar vísur.
Teir hava fyri tað mesta spælt í Suðuri og onkra hendingaferð í Havn, Runavík og Klaksvík.

Í Barok verður diskotek við DJ LAJF.
Húsið letur upp kl. 22.00.