Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjartaliga tillukku við meistaraheitinum

John William Joensen

Norðlýsið ynsir øllum sum varða av Nes Sóknar Ítróttarfelag – hjartaliga tillukku við Føroyameistaraheitinum

Hetta er fysta ferðin í søgu felagsins at NSÌ gerst Føroyameistarri í fremstu deildini.

Lat okkum siga tað beinanvegin – vit tordu ikki at roknað við NSÍ – tí tað er altíð trupult at vinna fyrsta Meistaraheitið – men nú er tað so endiliga komið í hús og tað longu áðrenn seinasta leikumfarið.

Vit á Norðlýsinum fara at gera nógv burtur úr FM vinnarunum í Norðlýsinum í komandi viku – og øll sum ynskja at geva eitt íkast til blaðið – verða biðin at senda okkum tilfarið íseinasta lagið mikudagin.

Enn einaferð – hjartaliga tillukku tit dugnaligu í NSÍ og ein serlig heilsan frá Norðlýsinum til Hjalgrím Elttør.

NORÐLÝSIÐ