Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lena og Niclas í Atlantis

Høgni Klakkstein

“Let Your Scars Dance” rundferðin endar í Atlantis fríggjakvøldið 02. nov. Kl. 21:00

Í samband við nýggjastu fløguna hjá Lenu – “Let your Scars Dance”, sum kom út í apríl 2007, eru Lena og Niclas nýliga afturkomin av eini longri tónleika ferð, har tey hava framført tónleik av fløguni í fleiri ymiskum londum. Eftir ætlan skuldi hendan ferðin byrja í Atlantis, men av tí at tann konsertin mátti avlýsast, so enda tey hesa rundferð í Atlantis.

Talan er um eina intima løtu, ella konsert við Lenu og Niclas, har tey bæði fara at syngja og spæla guitar. Tey fara at framføra løg av nýggju fløguni, umframt okkurt av tí fyrru fløguni, eisini verður okkurt heilt nýtt á skránni. 

Atlantis