Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongan er slitin

John William Joensen

Ein meirluti av samgongulimum hevur á fundi í morgun viðgjørt politisku støðuna og niðurstøðan er at verður uppskotið hjá Edmund Joensen samtykt – er eingin samgonga longur

Tað er eingin loyna at uppskotið hjá løgtingsformanninum ongantíð hevði meiriluta í samgonguni og tí var tað við stuðli úr anstøðuni at Edmund Joensen, løgtingsformaður, fór at fáa framt sína hugsjón um Føroyar sum eitt valdømi.

Sjálvur hevur løgtingsformaðurin verið heitur talsmaður fyri hesi skipan og tá hann legði uppskotið fyri formannskapin gjørdi hann greitt at tað var í samráði við løgmann.

Tað kann sostatt staðfestast at løgtingsformaðurin og løgmaður hava verið samdir um at fremja eina avtøku av verandi skipan og gera landið til eitt valdømi – hóast ein meiriluti av samgonguni allatíðina hevur verið móti hesum.

Tað er tí greitt at løgmaður og løgtingsformaðurin hava tilvitiað ætað at borið uppskoti ígjøgnum tingið við stuðli úr andstøðuni.

So er spurningurin hvør endar hetta samgonguskeiði – løgmaður ella onkur annar.