Formaðurin í sambandsflokkinum, Kaj Leo Jóhannesen, hevur verið ein borgan fyri samgongusamstarvinum, men málið um Føroyar sum eitt valdømið er dømi um ein politikara sum slakaði undir trýsti
Tað var kampval um formannspostin í sambandsflokkinum tá Kaj Leo Jóhannsen – við stuðli frá lokalfeløgunum bleiv valdur til formann í elstu politisku rørsluni.
Men tað vóru tey, sum mettu at hann var rætti maðurin, at stjørna flokkinum í samgongu og tað kann sigast at hendan metingin var røtt.
Hann hevur meiri enn nakar annar hildið fast um at gjørdar avtalur máttu haldast. Í nógvum málum var hann skuldsettur fyri at hugsað meira um samgonguna enn um flokkin – tí fyrstu tíðina gingu allar veljarakanningar skeivan vegin fyri Sambandsflokkin.
Men so kom vend í og Sambandsflokkurin er í dag sambært veljarakanningum størsti flokkur á tingi.
Rætti maðurin
Tað kom sum ein skelkur fyri sambandsfólk, tá ein tann best umtókti sambandspolitikarin, Bárður Nielsen, bráðliga legði frá sær. Flokkurin kom í kreppu – tá tað samstundis gjørdist greitt at Kaj Leo Jóhannesen ikki kundi gerast fíggjarmálaráðharri uttan so at Sambandsflokkurin misti ein tinglim til Javnaðarflokkin.
Men skiparin gjørdi tað sum var neyðugt at bjarga skútuni og valdi aftur flokkin fram um egin áhugamál – og sum formaður skipaði hann fyri at flokkurin valdi nýggjan fíggjarmálaráðharra.
Hóast Kaj Leo er millum minst royndu politikarar á tingið – so hevur hann alla tíðina við hepnari hond verið borgan hjá samgonguni fyri at Sambandsflokkurin stóð í øllum saman við samgonguni.
Edmund fyri seg sjálvan
Men tað hevur ikki verið lætt hjá unga formanninum, tí tá hann bleiv valdur í sessin boðaði Edmund Joensen frá á fundi í landsnevndini hjá flokkinum, at hann undir ongum umstøðum fór at stuðla formanninum og tað er sjón fyri søgn at løgtingsformaðurin lítið og einki hevur víst seg í Sambandsflokkinum síðani.
Tað var tí eisini beinleiðis ímóti viljanum hjá formanninum í Sambandsflokkinum at Edmund Joensen legði uppskotið um eitt valdømi fyri tingið – tí meiriluti var ikki í samgonguni og leiðslan í sambandsflokkinum var í iva um samgongan fór at yvirlivað eitt so kollveltandi uppskot.
Politisk semja ella ikki
Løgmaður, Kaj Leo, Jørgin Nicalsen, Kristian Magnussen og Jacob Vestergaard, avtalaðu síðani at berjast fyri eini semju um at útseta ígildiskomuna av uppskotinu hjá løgtingsformanninum – men trýsti á formannin í sambandsflokkinum var nú rættiliga stórt.
M.a. er tað ein sannroynd – at flestu politisku eygleiðarar spáa at nýggja stjørnuskotið í Sambandsflokkinum, Magni Laksáfoss, fer at vera fyrst valdi tingmaður hjá Sambandsflokkinum til komandi løgtingsval – tí at hann fyrst og fremst hevur stuðlað politikki, sum fellur í góða jørð í miðøkinum.
Tað eru jú bert tríggir mánaðar til val og tí var tað sera ókløkt av tingmanninum – Kaj Leo – at atkvøða í tinginum ímóti einum uppskotið um eitt valdømi.
Fyri nøkrum vikum síðan var tað ein trupuleiki hjá formanninum í Sambandsflokkinum – at hann ikki kundi vera til staðar undir viðgerðini – tí hann tá fór at vera staddur í New York. So tók Heðin Mortensen sæti á tingi – og hann hevði alment boða frá at hann fór at taka undir við uppskotinum hjá Edmundi og ikki atkvøða fyri semjuni hjá løgmanni.
Men heimkomin frá ST aðalfundinum í New York – boðar formaðurin í Sambandsflokkinum frá, at hann ongantíð hevur verið við til at gera politiska semju um málið hjá løgtingsformanninum.
Hetta skiftið boðar frá at orkan hjá Kaj Leo Jóhannesen – verður nú brúkt til at berjast fyri sínum egna politiska lívi og samstundis má staðfestast at límið – sum hevur hildið samgonguna saman ikki longur megnaði at halda ímóti sundurspjaðingini.
Í løtuni verður politiska støðan viðgjørd millum løgtingslimir og hóast vit hava roynt at fingið viðmerkingar frá løgmanni um støðuna – hevur tað ikki eydnast okkum alla dagin.
Men eftir stendur at gamla formannsstríðið í Sambandsflokkinum – enn einaferð gjørdist trupuleiki fyri eina samgongu.




