Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bert bananstatir, einaræðir og so sjálvandi Føroya Løgting!

John William Joensen

Tað er bert í bananstatum við lítlari virðing fyri fólkaræði at statsmaktin ger so grundleggjandi inntriv í polittisku skipanina, við so lítlari bakgrundsvitan og vitan um avleiðingarnar- og harvið við so lítlari virðing fyri fólkaræðinum, skrivar formaðurin í Norðoya Sjálvstýrisfelag

Fyriliggjandi uppskot hjá E.Joensen um eitt vældømið, við Løgmanni sum duldum gubba, er eftir mínum tykki at spæla hasard við føroyska fólkaræðinum.

Tað er eitt skúla dømið um hvussu tú ikki eigur at lóggeva í einum parlamentariskum fólkaræði.

Tað hevur skapt stóra spjaðing í fólkinum, í polittisku skipanini, tú tekur burtur eina minniluta verju, miðsavnar maktina og skapar eitt enn verri meiriluta diktatur við einum enn størri ójavna í samfelagnum sum úrsliti. Og so verður hetta skunda ígjøgnum við so lítlari sakkønari, almennari og polittiskari viðger sum gjørligt- júst sum í einum røttum bananstati. Og alt hetta bert fyri at tekkjast lokalpolittikarunum í miðstaðarøkinum- meðan uppskotsstillarin við gubba og hinum ja sigarunum sýnast einamest at gera hetta í sjálvsøkni, alt fyri egnan løtuvinning, at røkka inn um tinggátt enn einafer og so sektin á avleiðingarnar.

Økt bil ferðsla og fólkaræði!
At møguleikin fyri øktari bilferðslu er grundarlag í sjálvum sær fyri uppskotinum, er í besta føri láturligt.

Soleiðis hava bygdir havt vegasamband í 100 ár uttan at polittikarnir hava tora at lagt bygdar- ráð saman. Flestu lond í europa hava havt jarnbreytar- og vegasamband í meira enn 100 ár, men hava fyri tað, ikki lagt saman í eitt vældømi. Møguliga kunnu europæisku meginlondini læra okkurt av okkara polittikarum; men satt at siga so havi eg stórt fyrivarni fyri hesum møguleika.

Hóast betri veg- og skipasamband, so er enn langt millum dagligdagin eitt nú á vaglinum í Tinghúsinum har Edmund og aðrir halda seg sita og verpa polittisk gullegg, ella aftan skriviðborið í Tinganesi og so dagligdagin uttan fyri miðstaðarøkið.

Tað sum órógvar mest er at hetta uppskot júst er tekin um at sonevndu landspolittikarnir ikki vita ella ikki virða hvussu ymisk vit eru, hvussu ymisk ynskini eru, hvussu ymiskur tørvurin er.

Møguliga eigur væl skipanin at broytast, men hetta eigur at verða gjørt við skilið- og ikki sum ein panikloysn tí ávísir persónar vilja verða afturvaldir- ella tí onkur ynskir at sleppa av við onkrar personar í Tinginum, og einaminst tí nøkur av egoistiskum orðsøkum ynskja at miðsavna maktina enn meira.

Eg eri bangin fyri at hetta uppskot vil avskepla samfelagið enn meira við at miðsavna polittisku maktina- áhugan og ágóðarnar, og harvið verður til óbótaligan skaða fyri føroyska fólkaræði og samfelagið.

Jan Asbjørnson Joensen