Leikluturin hjá løgtingsskrivstovuni í málinum um Føroyar sum eitt valdømi er fallin fleiri tinglimum fyri bróstið
Tað var nevniliga løgtingsskrivstovan – sum helt uppá at málið var viðgjørt í formannskapinum og samtykt at leggja fyri tingið. Hetta hóast Óli Breckmann vísti á at tað ongantíð bleiv atkvøtt í málinum.
Umframt tað stendur í uppskotinum at tað er lagt fram av løgtingsformanninum – hóast løgfrøðingar sum hava verið við til at smíðja stýrisskipannarlógina hava víst á at løgtingsformaðurin ongar heimildir hevur at leggja mál fyri løgtingið.
Í hesum spurninginum hevur løgtingsskrivstovan, sagt at hetta hevur veriði gjørt áður (Finnbogi Ísakson legði sum formaður fram uppskot um løn til løgtingsins umboðsmann).
Hon hevur eisini víst á at løgtingið í seinasta enda sjálvt avgerð hvussu lógin verður tulkað tí Edmund Joensen jú eisini er tinglimur – nakað sum løgfrøðingar eru púra ósamdir í.
Tað er skjalfast at í lógaruppskotinum stendur at tað er lagt fram av sjálvum løgtingsformanninum.
Eisini vísa løgfrøðingar á at tvey skeiv gera ikki eitt rætt.
Nú broytingaruppskot er komið inn til triðju viðgerð um at fáa ein tvørpolitiska nevnd av viðgera málið um Føroyar sum eitt valdømi – er tað aftur upp til løgtingsskrivstovuna at avgerða lagnuna av uppskotinum – men tað eru fleiri – sum hava lítlar vónir um lagnuna hjá uppskotinum – tí skrivstovan í so mongum málum hevur víst meira enn vanligan loyalitet mótvegis løgtingsformanninum.
Tað kann staðfestast at Løgtingsskrivstovan hevur havt meira enn ráðgevandi týdning fyri at uppskotið um at gera Føroyar til eitt valdømi – verður samtykt í tinginum – men kanska eru tey troytt av "bíttum" spurningum frá bygdasligum tingmonnum.




