Fyrrverandi lokalformaðurin hjá Norðoya Tjóðveldisfelag, sum var á listanum hjá Tjóðveldinum, hevur nú trekt seg
Karl Marius Poulsen, fyrrverandi formaður í Norðoya Tjóðveldisfelag legði frá sær sum lokalformaður – tí hann ætlaði at stillað upp til løgtingið.
– Men eg má siga sum er at eg eri sera skuffaður av at ein meiriluti í tinginum avgjørdi at niðurleggja valdømið og eg skilji ikki grundgevingarnar.
– Harafturat verður tað alt ov kostnaðarmikið og orkukrevjandi at føra valstrí í øllum landinum og tí havi eg valt at trekkja meg av listanum.
– Tað sum lá mær næst á hjarta var at berjast fyri norðoyggjum og útjaðaranum kring um í landinum – men tað verður ógjørligt nú løgtingið við einum pennastrokið avtøk økisuboðaninna.
– Vit sloppu heldur ikki at hava fólkaatkvøðu um spurningin og tí skjóti eg uppi at øll sum eru ímóti einum valdømi kundu gjørt vart við sína misnøgd og sitið heima á Fólkatingsvalinum.




