Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Protestval??

John William Joensen

Nú Føroya Løgting hevur samtykt tað óvirðiligu avgerð, at Føroyar skulu verða eitt valdømi, hava vit tapt, vit sum vóru ímóti hesu avgerð.

Eftir 25. oktober 2007 verður Føroyar ongantíð tað sama aftur, og tann óbótaligi skaði, ið hendan avgerð fer at hava, fáa vit óiva at síggja skjótt.

Er so onkið at gera??
Helst ikki nógv – men vit kundu gjørt eitt.

Vit kundu gjørt fólkatingsvalið til eitt protestval, allir nei-sigarnir – við at fari á val og atkvøtt blankt og soleiðis víst okkara ónøgd.

Ikki sita heima – men fara á val og vísa okkara ónøgd.

Um allir nei-sigarar høvdu gjørt tað, so fingu vit eitt slag av fólkaatkvøðu, sum var nokta okkum, og soleiðis víst ja-fólkinum, hvussu ónøgd vit eru við framferðina og tað manglandi viðgerð/kanningar av hesum máli.

Er tað eitt hugskot og hvat siga fólk til tað??

Eitt afturat.

Løgtingsformaðurin, ið takkaði fyri úrsliti, vísti enn einaferð hvussu lítla virðing hann hevur fyri løgtinginum/veljarinum og hvussu nógv hesin maður hevur millum oyrini.

Um eg hevði havt maktina, skuldi hann verið flongdur á berari reyv – mitt á Vaglinum í Havn.

Jógvan E. Ósá
E-mail: josa@post.olivant.fo