Tjóðveldisvalevnini í Norðoyggjum mega sláa kalt vatn í blóðið, og fyrihalda seg til politiska veruleikan: Føroyar eru eitt valdømið á løgtingsvalinum komandi.
Síggi at fyrrverandi formaður í Norðoya Tjóðveldisfelag, Karl Marius Poulsen, hevur trekt seg sum valevni floksins til komandi løgtingsval, og orsøkin er tingsins avgerð í gjár um, at gera Føroyar til eitt valdømið frá komandi løgtingsvali at rokna.
Tú skalt aldri lúta í politikki
Tað loysir seg sjálvdan, fyri ikki at siga aldri, at lúta við høvdinum og spæla fornermaður í politikki. Tað er umhvørvið alt ov beikst til. Tað eru bert teir sterku, og treisku, ið vinna – laksarnir í streyminum. Tað gongur sjón fyri søgn. Megnar tú ikki harðan andróður, og líkar tær ikki at stríðast í streymi, so skalt tú halda fingrarnar burtur frá politikki, – so einføld er spælireglan.
Nýggjar tíðir, nýggir møguleikar
Víst verða umstøðurnar broyttar til komandi løgtingsval, og spælireglurnar ikki tær somu, sum vit eru von við. Men eingin kann siga, at tíðin verður betur ella verri fyri Føroyar, ella fyri ávísar partar av landinum. Allar útsagnir hesum viðvíkjandi í dag eru hypotesur. Tað verður bert tíðin, ið kemur at vísa, hvat broyttu umstøðurnar koma at føra við sær.
Nú er ikki at hyggja í bakspeglið, og jamra um tað, ið har er at síggja, tí tað er ein farin tíð, antin ein vil tað ella ikki. Vit kunnu ikki brúka tað til nakað sum helst annað enn til søgubøkurnar. Men tað eru møguleikarnir, ið nú liggja fyri framman, ið okkara valevni skula síggja. Og har liggja risa avbjóðing og bíða.
Nýggjar og øðrvísi politiskar alliancur
Føroyar sum eitt valdømið er ein stór og krevjandi avbjóðing hjá teimum, ið lata seg stilla upp. Einki kemur at verða roknað sum politiskt givið framyvir. Tað verða teir vísu, visióneru og alheimshugsandi, ið koma at mynda leiðsluna á politiska víðvøllinum í Føroyum – teir politisku snidlingarnir.
Og trúgv mær, – útjaðarin, – ella tað, ið fólk vanliga rópa uttanfyri bøgarðarnar í Havnini, kann koma at hava ein nógv størri leiklut í hesi tilgongd, enn fólk geva sær far um nú, – um røttu umboðini verða vald, væl at merkja.
Eldsálir skulu til
Men tað skula eldsálir til: Fólk úr Eysturoy, ið veruliga hava vilja og mátt. Fólk í Suðuroy, ið kennast við politiska veruleikan, og sum ynskja at gerast aktivir viðspælarar í broyttu spælireglunum, sum partur av einum tvør-politiskum toymi, samansett úr øllum landinum. Aggressivir Norðoyingar, ið viðurkenna sjálvt Havnamenn sum viðspælarar á liðnum, og snildir Vágamenn, ið t.d. sjálvir duga at síggja, at tað er neyðugt fyri Føroyar, at fáa ein alternativan flogvøll, antin hann so liggur í Svínoy ella á Nólsoynni.
Partapolitisku mørkini koma helst at gerast týdningarminni forðingar framyvir, og einvísir politiskir bastardar fara at fáa minni aktivt rásarúm – allarhelst útihýstir úr politiska hitanum.
Raðfestingar og langsiktaðar loysnir
Mítt besta boð uppá politisku framtíð Føroya er, at okkara fólkavaldu koma at taka størri og skilabetri langsiktaðar politiskar avgerðir framyvir. Tíðin kemur at verða ein neyðugur faktorur í raðfestingum og peninganýtslu, men við røttu politisku fólkasamanseting, fer hetta at gerast ein betur loysn fyri allar Føroyar uppá sikt, – sjálvandi treytað av, at øll tey uppstillaðu respektra meginreglu nummar eitt: Føroyar eru eitt valdømið eftir árslok 2007.
Tú kanst saktans: hugsa lokalt, men virka globalt.




