Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fult hús til KRIS tiltak í Atlantis

Høgni Klakkstein

Tiltakið hjá hjálparfelagsskapinum KRIS, sum byrjaði í Atlantis týskvøldið 30. okt., hevur óivað stóran áhuga ímillum føroyingar.

Tiltakið hjá hjálparfelagsskapinum KRIS, sum byrjaði í Atlantis týskvøldið 30. okt., hevur óivað stóran áhuga ímillum føroyingar. Tá dyrnar lótu upp kl. 19:30, gingu bert 10 min. til húsið varð fullsett. Neyðugt varð at seta eyka stólar inn í salin, umframt hetta sótu nøkur á gólvinum og fleiri mátti bara fara heimaftur.
Hóast tekniskar trupulleikar, (við heili trimum óálítandi annanfloks DVD spælarum, sum faktiskt er tað einasta útboðið í flest øllum handlum, ið selja slíkt í Føroyum í dag) so eydnaðist tiltakið bara heilt væl.
Eftir ætlan skuldi verða bjóða vælkomin og síðani skuldi filmurin “Skyggenes Dal” sýnast, til seinast skuldi fyrilestrar parturin fyriganga uppi á pallinum, men av tí at tað skuldi ganga ein lítil tími til ein DVD spælari vildi spæla eina DVD fløgu, bleiv byrjanin eitt sindur trilvandi. Hetta fingu KRIS fólkini tó bjarga nakað, m.a. við at greiða frá arbeiðinum hjá KRIS í Føroyum og einum parti av tí, sum eftir ætlan skuldi koma til seinast. Fólk fingu eisini stundir til ein skjótan kaffimunn og smákøkur og síðani koyrdi filmurin og kvøldið endaði við at Camilla og Trym greiddi frá og svaraðu spurningum frá áhoyrarum.
Alt í alt kann hetta sigast, at vera eitt gott tiltak hjá KRIS, sum ger eitt megnar arbeiði við at hjálpa teimum, sum hava verið og koma at verða útsett fyri hesi ræðandi brotsgerð.
Skyggenes Dal er ein filmur, sum allir føroyingar átti at sæð. Eg kann heilsa og siga, at ein filmur sum Skyggenes Dal óivað telist ímillum teir mest óhugnaligu filmarnar, sum hava verið sýndir í Atlantis. Hóast filmurin hvørki ger brúk av flottum ljóði ella myndum, so er tað ein filmur ið veruliga kann treingja inn undir húðina og geva ein ótespiligan eftirsmakk, og tá er hann enntá frá veruleikanum, tað er kanska júst tað, sum er tað mest óhugnaliga við tí heila.

Tiltakið verður endurtikið í Norðurlandahúsinum í kvøld, mikukvøldið 31. okt. kl.19:30.

Og í Kelduni í Skálabotni hóskvøldið 01. nov. Kl.21:00.

Atlantis
Høgni Klakkstein.