Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Livar sýnir fram í Miðlan

John William Joensen

Livar Nysted er 37 ára gamal og býr í Hvannasundi.

Livar hevur altíð teknað, men alskurin til at mála byrjaði fyrst í 90-árunum, og Livar hevur málað síðan. Livar málar fólk, bátar og landsløg. Honum dámar væl at mála hálvabstrakt landsløg, og hann kombinerar ofta pensil og spartlijørn, tá málað verður.

Framsýningarnar hjá Livari eru fleiri í tali, m.a í Smiðjuni í Lítluvík, Gallerí Jinx, á norðoyastevnu fyri bert at nevna nakrar. Fótbóltssambandið hevur givið eitt postkort út, ið Livar hevur gjørt. Haraftrat hevur Livar eisini myndprýtt bókina “Árið hjá Fiskimonnum”.

Framsýningin byrjar mánadagin 5. november og er mánaðin út

Livar hevur eina heimasíðu, har til ber at síggja málningar, tekningar og annað. www.livart.fo.

Milan hevur opið leygardagin 10. november frá kl. 14.00 og til 18.00, tá er høvi at síggja málningarnar hjá Livari.

Harleyfacadeacryl