Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjálvstýrisflokkurin trý valevni til fólkatingsvalið

John William Joensen

Á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum til fólkatingsvalið vera Sámal Petur í Grund, Rúna Sivertsen og Kári á Rógvi.

Tíðindaskriv

Flokkurin stillar upp trý valevni, ið øll hava umstøður og førleika at umboða Føroyar á danatingi. Á skránni komandi valskeið verður føroyskur limaskapur í altjóða felagsskapum ein týðandi partur av fólkatingsarbeiðinum. Skulu føroyingar gera seg galdandi eitt nú í ST-stovnum, mugu vit vísa, at vit kunnu røkja slíkar sessir til fulnar.

Bæði Sámal Petur í Grund og Rúna Sivertsen hava drúgvar politiskar og fyrisitingarligar royndir, og Kári á Rógvi hevur frá byrjan verið við í arbeiðinum at gera føroyska stjórnarskipan. Eisini hevur hann verið við í politiskari og stjórnaligari gransking og ráðgeving, millum annað sum ráðgevi fyri Norðuratlantsbólkin, har Sjálvstýrisflokkurin ætlar sær uppí eftir fólkatingsvalið.

Floksformaðurin, Kári P. Højgaard, hevur gjørt av ikki at stilla upp til fólkatingsvalið hesaferð. Kári P. Højgaard er einasti tinglimur hjá flokkinum og hevur tí úr at gera, nú valskeiðið líður mót endanum og løgtingsvalið í januar skal skipast.

Umframt hetta, umboðar hann Føroyar í Útnorðurráðnum og Norðurlandaráðnum.

Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins