Tá enski stórdysturin millum Arsenal og Manchester United verður bríkslaður í gongd leygardagin klokkan 12.45, hava væntandi nógvir Arsenal-fjepparar longu sett seg væl til rættis í góðu stólunum í Havnar Bio, har teir kunnu njóta dystin á stóra løriftinum.
Hetta er aðru ferð, at fjepparafelagið Arsenal Føroyar hevur gjørt avtalu við Havnar Bio um at hýsa einum tiltaki í sambandi við Premier League-dyst hjá Arsenal. Fyrru ferðina var leygardagin tann 15. september, tá Arsenal á útivølli vann 3-1 á arvafíggindunum úr Tottenham Hotspurs.
Góða undirtøkan ta ferðina hevur gjørt, at Arsenal Føroyar enn eina ferð hevur valt at latið Havnar Bio verið karm um ein stórdyst, so allir fjeppararnir kunnu sita væl og – ikki minst – síggja væl, tá dysturin verður varpaður upp á stóra filmslørifti í Havnar Bio.
Dyrnar verða latnar upp klokkan 12.15, sum er hálvan tíma fyri dystin, og hesa løtuna, til dysturin fer í gongd klokkan 12.45, fer nevndin at hava eina stutta kunning um gongdina hjá felagnum. Ikki minst fegnast felagið um, at tað hevur fingið góðkenning frá Arsenal FC sum alment fjepparafelag í Føroyum, og hesum verður greitt nærri frá.
Í Arsenal Føroyar eru tey ikki í iva um, at mong fara at møta upp, tí hesin heimadysturin ímóti Manchester United er av stórum týdningi og kann gerast rættiliga avgerandi. Liðini eru tey bæði fremstu í Premier League í løtuni og hava sama stigatal, men Arsenal hevur betra málmunin.
Tiltakið er ókeypis, men er tó bert fyri verandi og komandi limir í Arsenal Føroyar. Við inngongdina ber til at tekna seg sum lim í felagnum, við at útfylla tilmeldingarskjal, sum verður at fáa. Felagið hevur longu nakað yvir 100 limir, og framvegis leggjast fleiri aftrat.
Møguleiki verður eisini fyri at vedda um úrslitið av dystinum. Hvør vedding kostar 20 krónur og verður gjørd longu við dyrnar. Um fleiri vedda rætt, verður lutakast um samlaðu puljuna, men veddar eingin rætt, verður puljan standandi til næsta tiltak av hesum slagnum.




