Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór jólakonsert við Ron Kenoly og United Voices

Oliver Joensen

19. desember klokkan 20.30 skipar Gjamma fyri eini stórari jólakonsert við heimskenda gospel-sangaranum Ron Kenoly og gospel-kórinum United Voices.

Konsertin er komin í lag nú United Voices hevur 10 ár á baki. Kórið varð stovnað í 1997, tá Andraé Crouch vitjaði Føroyar og hevði konsert í fyri fullari høll á Hálsi.

Gjamma hevur í langa tíð arbeitt við at fáa eitt altjóða navn til Føroya í samband við 10 ára dagin hjá United Voices, og hevur tað loksins eydnast at fáa fatur á heimskenda sangaranum og sangskrivaranum Ron Kenoly, ið kemur til Føroyar við 14 øðrum sangarum, dansarum og tónleikarum.

Ron Kenoly er serliga kendur frá sínum samstarvi við Koinonia og frá sínum stóra arbeiði innan kristna tónleikin. Hann hevur nógv ár á baki og hevur selt milliónir av fløgum um allan heim.

Konsertin í Føroyum er partur av jólakonsert-ferðini í Europa hjá Ron Kenoly, men brýtur tó frá hinum konsertunum á ferðini við at Kenoly her syngur saman við einum lokalum kórið – og við at framførdir verða bæði jólasangir og kendir Ron-Kenoly slagarar. Einstakir sangir vera framførdir singback og onkur sangur verður accapella men til flestu av sangunum spæla føroyskir tónleikar undir – bæði á rútmisk ljóðføri og blásarar.

Sigrið Rasmussen er kórleiðari hjá United Voices. Gunnar Guttesen er kapelmeistari og Eirikur Skála hevur ábyrgdina av blásarunum.

Gjamma hevur fyrr skipað fyri konsert í Kelduni. Í mai mánaði í fjør vitjaði Rebecca St. James Føroyar og framførdi í Kelduni. Tey í Gjamma halda, at umstøðurnar í Kelduni eru góðar og at ljóðgóðskan er í topp.

Nøgdin av atgongumerkjum er avmarkað, men bíleggjast kann longu nú við at senda teldupost til post@gjamma.com. Kostnaður fyri vaksin er 275,- og fyri børn 3-13 ár 175,-. Meira er at lesa um konsertina á heimasíðuni hjá Gjamma: www.gjamma.com.