Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Styrkt samstarv um gransking

Oliver Joensen

skrivar John Jóhannesen, valevni Javnaðarflokksins

Tað hevði ivaleyst verið eitt gott hugskot at útbyggt granskingarsamstarvið millum føroyskar og danskar granskarar og millum føroyskar og danskar granskingarstovnar.

Vit hava áður upplivað eina byrjan til slíkt samstarv, tá danir í 1998 settu meira enn trýati milliónir av til granskingarsamstarv. Nógvar áhugaverdar verkætlanir komu burturúr, men so hendi ikki meira. Teir tríggir floksformenninir, sum ráddu fyri borgum í 1998, megnaðu ikki samstarv og dialog. Tí varð málið ikki fylgt upp. Hetta var mikið spell, men tað eigur ikki at forða okkum í at royna eina líknandi skipan aftur.

Eg vil í øllum førum brúka mín fólkatingssess til at taka ítøkilig stig fyri hesum.