Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Der er ingen statsminister der vil mindes som den der gjorde landet mindre.

Oliver Joensen

skrivar Jákup Petersen, valevni hjá Tjóðveldinum

Føroyingar mugu gerða sær púra greitt, at tá tað kemur til fullveldi, so hava danskir politikar og loysingar fólk í Føroyum fulkomiliga ymisk áhugamál.

Í hesum døgum nú fólkatings valið stendur í hurðagloppinum borðreiða valevni við háfloygdum uppskotum um, hvat danir vilja samráða seg til av frælsis ynskjum føroyinga. Tað sum ofta verður gloymt er, at her hava danir og føroyingar fullkomiliga ymisk áhugamál á hesum økinum.

Danska stjórnin vil ikki fullveldi
Politiska umboðið fyri ein meiriluta av føroyingum fór fyri fáum árum síðani niður á danating fyri at fáa loysingina. Fingu teir hana? Ikki tí, á føroysku síðuni vóru skilagóðir og royndir politikar. Eg havi til dømis stóra viðring bæði fyri Høgna Hoydal og Anfinn Kallsberg.

Skiftandi forsætismalaráharrar hava ført fram, at tá føroyingar ynskja loysing, so fáa teir hana. Men vit fingu hana ikki í 1946 og tann tillgongdin sum byrjaði í 1998, og sum við fólksins vilja skuldið enda við fullveldi nøkur ár seinri miseydnaðist eisini.

Her varð tað at enda stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen sum dróg longsta stráðið. Ein stjórn sum stóð á akslunum á mætum undangongumonnum. Ein stjórn í einum frælsum landi við stórum fyrisitingarligum royndum í fleiri hundra ár, eisini innan koloni harraveldi bæði í norðanlondum og úti um heim. Lat okkum ikki undirmeta donsku stjórnina!

Undir heilt privatum formum spurdi eg ein ráharra í núverðandi donsku stjórnini um hetta. Eitt av svarunum hjá honum var at “Der er ingen statsminister der vil mindes som den der gjorde landet mindre” Í leysligari føroyskar umseting kunnu vit siga at – danski forsætismálaráharrin fer at berjast til seinasta mann fyri at forða føroyingum í, at taka fullveldi. Hetta hevur onki við óndskap at gerða. Hesir ráharrar eru ofta okkara vinir, men vit mugu ikki gloyma, at áhugamálini eru ymisk.

Lítil sjálvsviðring millum føroyskar politikar
Tá so føroysk umboð til fólkatingið meira ella minni gerðast partur av donskum flokkum, so er hetta onki minni enn, at teir í besta føri eru burturspilt megi fyri Føroyar, og í ringasta føri er amboð hjá donsku stjórnini fyri at varðveita Føroyar undir Danmark.

Hvar er sjálvsviðringin? Eg minnist serliga eitt petti úr degi og viku undir kreppuárunum har sjónvarpið var á flogvøllinum í vágunum fyri at hitta táverðandi løgmann sum vegna føroya fólk varð á veg til samráðingar við donsku stjórnina.

Tíðindamaðurin fregnaðist um hvørja strategi løgmaður hevðið og hvat annars varð í skjáttuni. Svarið var: “Eg fari niður at vita hvat stjórnin vil”. Fyriuttan at krimpa tær, so skammast ein so, at tað var torført at hyggja í eyguni á fólki.

Nei, danir eru ikki okkara fýggindar. Vit hava nógvar vinir í Danmark. Men vit fáa ikki uppiborna sjálvsviðring uttan fullveldi. Og líka mikið hvar John Johannesen heldur, so fáa vit ikki loyst okkum frá gomlum forðingum og politiskum bondum og virka frælst í heiminum sum tjóð og mennast á jøvnum føti við onnur, við bert at fara niður, at tosa við onkran ráharra. Hetta eru ynskidreymar og í besta lagi burturspilt kraft.

Danir og føroyingar ymisk áhugamál

Tá tað kemur til fullveldi eru og verða donsku politikarnir okkara mótstøðufólk. Og mótstøðufólkini kunnu gjarna verða okkara vinir, men vit eiga ikki at undirmeta tey og ikki taka tað tey bjóða okkum. Hetta eru grundleggjandi reglur um allan heim. Ella sum rómverska skaldið Virgil tekur til í einum av ørindunum “Eg óttist grikkar sjálvt tá teir koma við gávum”

Grundleggjand eri eg eisini ímóti at føroyskar ósemjur verða drignar inn í fólkatingið. Ikki uttan, at tað hevur hægri endamál so sum, at danskir fjølmiðlar taka tað upp við atliti til, at danska fólkið skal fáa eina betri heildarmynd av Føroyum.

Tað sum eg meti av stórsta týdning er, at fullveldið hevur umboð á tingi, sum kann fylgja við har Føroyar ikki hava yvirtikið. Her hugsi eg serliga um uttanríkismál, verjumál, rættarskipan og onnur týðandi mál og gerða sína ávirkan galdandi. Harafturat at verða vakin viðvíkjandi tí sum er í umbúna viðvíkjandi Føroyum og gerða neyðugar avtalur og alliansur sum kunnu gerðast hentar, tá fullveldið um stutta tíð aftur kemur á dagsskránna.

2. novembur 2007
Jákup Petersen