Cowboy barrin í Klaksvík, Maverick hevur aftur nú eina spennandi skrá at bjóða føroyingum um vikuskiftið.
Fríggjakvøldið spælir ongin annar uttan tann vælumtókti Sámal Ravnsfjall. Leygarkvøldið spælir duo’in Jógvan Nolsøe og Áki Hermansen. Teir hevur fyrr spælt í Maverick og tá blivu teir sera væl móttiknir í Maverick. So ein kann gott siga, at cowboy-barrin á Gerðagøta, veruliga hevur fingið lív aftur í Klaksvíkina.




