í KÍ-høllini leygardagin kl. 17:00
Lagt er upp til ein spennandi dyst í KÍ-høllini leygardagin, tá besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni tekur móti VB. Tað er altið nakað serligt, tá hesi bæði liðini møtast. Liðini bæði hava seinnu árini myndað oddin í føroyskum kvinnuhondbólti, og hava tey leikt mangan javnan og spennandi dyst.
Tað hevur ljóðað, at VB-liðið ikki er so væl fyri í ár, men tá Stjørnan fyri trimum vikum síðani var í Vági leikti, endaði dysturin við tvey máls sigri til VB, og seinasta vikuskifti vann VB á Kyndli, og hava tær 5 stig fyri 4 dystir, so tær eru nok ikki so illa fyri kortini. Stjørnan liggur í løtuni á odda við 8 stigum fyri 5 dystir.
Dysturin verður sum nevnt í KÍ-høllini leygardagin kl. 17:00 – Koyr á Stjørnan.




