Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skurðlæknin/politikarin

John William Joensen

Jákup Petersen hevur fingið nýggja heimasíðu har ein m.a. kann upplivað hann undir skurðviðgerð á Sjúkrahúsinum

Ein sera snotilig heimasíða – skal sigast – sum vísir ymiskar síður hjá valevninum Jákupi Petersen.

Flottar myndir av Klaksvík prýða síðuna – men kanska vanta myndir úr øllum landinum tí nú er Føroyar eitt valdømi.

Tað sum kanska serliga er áhugavert við hesi síðuni er eitt video klipp har tú upplivir ein arbeiðsdag hjá Jákup Petersen, sum skurðlækna á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.

Sera áhugavert – men kanska í so dramatiskt!

Ein kann kanska skemtandi leggja afturat at myndirnar forskrekkja kanska sambandsmenn sum skullu skurðviðgerast á sjúkrahúsinum áðrenn valið!!

Men samanumtikið ein góð heimasíða og Jákup skal hava rós fyri at vísa ein seriøsan hugburð.

——

Heimasíðan hjá Jákup Petersen:
www.jakupp.fo

Video myndirnar sum vísa ein arbeiðsdag hjá Jákup Petersen:
http://heima.olivant.fo/~pmsol/flash_film_1/jakup_op.html