Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvikk í tungum sjógvi við Kósabrúnna!

John William Joensen

Nógvi vindurin í morgun skapti aftur trupuleikar fyri skipini sum liggja við Kósabrúnna og eina løtu sá út sum at Kvikk hevði hug at slíta endarnar

Nógv hevur verið tosað um vánaligu líkindini hjá skipum og bátum at liggja við Kósabrúnna tá hann er høgur í ættini.

Ofta hava ætlanir verið frammi um at lagt aldubrótarar út og tá Norðoyatunnilin varð í gerð var ætlanin at gera eitt grótkast norðanfyri Kósabrúnna.

Men enn hevur hetta bert verið tos, tó trupuleikin er eyðsýndir fyri tey sum varða av skipunum.

Vit hava ikki hoyrt nakað um skaðar á skipini við Kósabrúgvina men onkur hevði mist eina landgongd.

Teir sum varða av Kósavirkinum og landingarmiðstøðini siga at viðurskiftini eru ótolandi tí tað kann ikki vera rætt at skip ikki kunnu liggja við bryggju.