Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Endamálið við 2 fólkatingsumboðum

John William Joensen

Velji fólk á Fólkating við forstáilsi fyri skipanini. Eftir fólkatalinum eiga Føroyar tveir sessir í Fólkatinginum.

 Hetta er grundlógartryggjaður rættur føroyinga. Fólkatingið er okkara felags parlament fyri ríkið.
Ríkið hevur 3 parlament – Fólkatingið har ríkið er umboðað við fullari vekt eftir fólkatali. Síðan er talan um grønlendska Landstingið og Føroya Løgting, sum eru lóggevandi fyri tvær sjálvstýrandi tjóðir í ríkinum.

Í Fólkatinginum vera felagsmálini hjá øllum ríkinum viðgjørd. Mál sum stór uttanríkismál, verjumál, valuta- og peningamál, pass o.a.. Somuleiðis viðurskiftini hjá teimum nógvu lesandi og øllum teimum sum tørva heilsubót í Danmark. Mál av alstórum týdningi fyri at fylgja menningini í heiminum og at menna føroyska samfelagið. Hesir og aðrir fyrimunir eru stórdriftsfyrimunir fyri alt ríkið, sum ikki kunnu metast ov høgt.

Øll av okkum yvirtikin mál verða viðgjørd og avgjørd á Føroya Løgtingi, okkara egna parlamenti. Tað eru í høvuðsheitum mál sum viðkoma tí føroyska samfelagnum einsamøllum.

Tað er sera týdningarmikið at tey umboð, sum blíva vald í fólkatingið, hava forstáilsi fyri tí samlaðu skipanini í felagsskapinum, tí annars kann hon ikki virka og menna seg eftir ætlan fyri alt ríkið.

Vælsignaði – hugsað álvarsliga um hetta á valdegnum.
Edmund Joensen