Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stóðu seg væl men ætlað sær einki

John William Joensen

Tað ørkymlar lokalu formennirnar at Sjálvstýrisflokkurin ætlar sær á Danating uttan at blanda seg uppí – men annars kláraðu Rúna og Sámal Petur seg væl í sjónvarpinum

Absalon í Buð, formaður í Norðoya Fólkaflokksfelag.

***

Gjáravkvøldið sóu vit aftur eitt par, ið tók seg væl út á skíggjanum . Kvinnan var hesuferð sett høgrumegin mannin??
Boðskapurin var at tosað søk føroyinga á danatingi, uttan yvirhøvur at blanda seg uppí politikk??
Ikki taka støðu um tey so komu í eina lyklastøðu??
Verja móti politiskum ágangi (uttan at blanda seg uppí politikk??)
Melda seg inn í norðuratlans bólkin (tey fáast helst ikki við politikk??)
Krevja av fólkatinginum, at heimildarlógin verður "endurforhandla" (hvat sigur løgtingi??)
Krevja av fólkatinginum, at mál í yvirtøkulógini koma heim (skal henda hurð sparkast upp av nýggjum??)
Krevja at støðan hjá lesandi verður lættari (hvussu skal tað loysast ópolitiskt)
Sum sagt nógv krøv, sum uttan politiska uppíblanding, skuldu loysat.
Spennandi hvussu tað verður loyst úr lagdi???

Absalon í Buð gevur Sjálvstýrisflokkinum tríggjar stjørnum

———-

Erikka Elttør, næstforkvinna í Norðoya Sambandsfelag

***

Tey kláraðu seg ikki illa – men tey høvdu ongan boðskap.
Tey ætlað seg ikki at blandað seg uppí men tó føra eina rúgvu av lobby-virksemi á gongini á Christiansborg??
Tey blivu ikki forskrekt av vertinum og Rúna kláraði seg betur en Sámal Petur.

Erika Elttør gevur Sjálvstýrisflokkinum tríggjar stjørnur

———

Signhild Joensen, forkvinna í Norðoya Javnaðarfelag

**

Eg veit ikki hvat tey gjørdu í sjónvarpinum tí tey ætlað sær einki at gera koma tey á Fólkating.
Harafturt haldið eg tað vera sera negativt at tey ikki vildi brúka eina lykla støðu til nakað sum helst.

Tey vilja stutt sagt ikki blanda seg – men tey vilja heldir ikki at onnur skullu fáa stemmirnar og tað er einasta orðsøkin til at tey stillað upp til Fólkatingið.

Signhild Joensen gevur Sjálvstýrisflokkinum tvær stjørnur.

———

Jan A. Joensen, formaður í Norðoya Sjálvstýrisfelag

****

Eg veit at eg nú eri eitt sindur innhabilur – men eg var positivt yvirraskaður.
Vit kenna væl Sámal Petur í Grund og hann klárar seg altíð væl.
Rúna Sivertsen yvirraskaði positiva vegin og hon dugdi framúr væl.
Sum heild haldi eg at spurningarnir vóru í lagið og balansin var góður.
Øssur var ikki so ágangdi og alt var gott og sera siðiligt.

Jan gevur Sjálvstýrisflokkinum fýra stjørnur

————


Jógvan Ravnsfjáll, næstformaður í Norðoya Tjóðveldisfelag

***

Sjónvarpsverturin er nú blivin so spakru at orðaskiftið er vorið tað royna hygguprát.
Sjálvstýrisflokkurin ætlar sær á Fólkating uttan at blanda seg uppí nakað sum helst – tó fara teir at melda seg inn í Norðuratlantsbólkin??

Jógvan Ravnsfjall gevur Sjálvstýrisflokkinum tríggjar stjørnur fyri eitt tamt orðaskifti

———–

Jan A. Joensen um Miðflokkin
(red: Tíanverri gloymdu vit Jan í gjár men hetta er tað hann meinar um framførsluna hjá Miðflokkinum.)

Miðflokkurin hevði ongan boðskap at bera.
Tað einasta hann ætlar er niður á Fólkating at missionera.
Tá sendingin var liðug visti eg ikki hvat politikk flokkurin ætlar at føra.
Eg var yvirraskaður av at hinir formennirnir góðu høgar karterir – tí í mínari verð dumpar Miðflokkurin.

Jan A. Joensen gevur Miðflokkinum tvær stjørnur