Fríggjakvøldið varð Atlantis karmur um fyrstu almennu framførsluna hjá Lenu Anderssen
Fríggjakvøldið varð Atlantis karmur um fyrstu almennu framførsluna hjá Lenu Anderssen og Niclas Johannesen, á føroyskum palli, síðan nýggja fløgan – “Let Your Scars Dance” kom út tíðliga í summar. Hetta varð eisini teirra fyrsta framførsla í Klaksvík, nakrantíð.
Lena Anderssen er nýliga komin heim aftur, eftir at hava ferðast víða um í Evropa har hon var serligur gestur á konsertferð hjá avstralska tónleikaranum Xavier Rudd. Konsertferðin, ið fevndi um 19 stórbýir, varð útseld á flestu støðum og ummælini higartil hava verið serstakliga góð. "Suverænt og hugtakandi" skrivaði týskur ummælari á størstu tónleikasíðuni MusicQuarter.de um framførsluna hjá Lenu, tá hon vitjaði í Týsklandi.
Og fríggjakvøldið, fingu so eisini føroyingar møguleikan at hoyra teirra nýggja tónleik. Atlantis varð nærum fullsett og fólk hugnaðu sær óført við uml. 20 stk. væl skrivaðum og framførdum popp løgum. Tí umframt at vera framúr góð sangarinna, dugir Lena eisini sera væl, og við massar av sjálvironi, at vera skemtingarsom ímillum løgini. Til tíðir varð láturin so nógvur í salinum, at ein skuldi trúð, at ein professionellur skemtari var á pallinum.
Lena og Niclas hava megna at skapt nakað av tí allar besta innan popp tónleik í Føroyum nakrantíð. Í føroyskum høpi, hevur Lena nógv tann besta førleikan til at tulka, og úttala seg á enskum í sangi. Við góðum og sannførandi fraseringum dugir hon eisini framúr gott at lita sjálvan klangin í røddini soleiðis, at hon til tíðir kann tykjast innilig, veik og kenslusom, og løtu seinni sterk og ágrýtin, ja ein verulig “tuff girl”.
Áðurnevnda góðskan blandað við nøkur framúr væl skrivað og framleidd popp løg, sum ikki einans eru tilætlað føroyska marknaðin, ger at Lena Anderssen saktans kann spælast mitt ímillum eitt hvørt Internationalt popp navn, uttan at smæðast burtur. Tískil røkkur Lena Anderssen eisini langt út um smáu oyggjarnar í Atlantshavinum Hóast onkur løg hava ein meira seriøsan og kanska enntá ein heldur dapran tekst, hava løgini ein bjartskygdan dám, har tað er ljós at hóma fyri framman. Hetta ger løgini lættari at svølgja fyri fjøldina og ein fær kanska enntá hug at tappa fótin við, hetta er jú poppur og soleiðis skal poppur vera.
PS. Eisini Niclas helt Atlantis vera tað besta spælistaði í Føroyum, hann segði enntá; “hetta er nógv betur enn Norðurlandahúsið” og aftaná konsertina fóru Lena og Niclas við vinfólki í Biograf og hugdi eftir filminum Rendition. Eftir filmin søgdu tey eisini; “Tað varð nógv betur at fara í Biograf í Atlantis enn í Havn”. hehe… ja, nú ljóðar hetta óivað sum lokal undirlutakensla mótvegis Havnini, ið skal dyljast við berum reypi, men veruleikin er tann, at eg havi einki ímóti Havnini, haldi faktiskt at hon er deilig, men eg bara endurgevi tað ið tey søgdu. 🙂
Vit, Atlantis vil hervið takka tykkum fyri eina framúr góða konsert.
Vh,
Atlantis.




