Fyri at skapa størri stabilitet í samfelagnum eigur Føroya Løgting at broyta vallógina soleiðis at hvørt valskeiði verður 4 ár. Tvs. tað verður ikki møguligt at skriva út val í ótíð.
Ì Noreg er valskeiði fastlagt til 4 ár og val er fjórða hvørt ár í september mánaða. Føroysku kommunurnar hava fast 4 ára valskeið og virkar hetta sera væl.
Ì Føroyum hava skiftandi samgongur verið settar undir trýst av einum ella fleiri politikarum við hóttanum um, at fær hann ella tey ikki hetta ella hatta í gjøgnum, ja so skal viðkomandi slíta samgonguna osfr. Hetta skapar ikki bara politiskan óstabilitet, men eisini ein óstabilitet sum breiðir seg langt inn í landsumsitingina. Landsumsitingin verður av hesum nógv dýrari at reka og munandi minni kemur burturúr fyri hvørja brúkta skattakrónu.
Verður valskeiði lagt fast til 4 ár fær ein og hvør samgonga betri arbeiðsfrið og landsumsitingin fær gagnnýtt sítt tilfengið munandi betri.
Vinarligast
Bjarti Mohr




