skrivar Magni Laksáfoss, valevni hjá Sambandsflokkinum
Føroysk fólkatingsumboð eiga at súgva nýggja vitan, hugskot og loysnir til sín úr útheiminum, sum vit kunnu brúka skilagott til at møta avbjóðingum í Føroyum
Konstruktiv og mennandi umboð
Skipanin, við at nøkur mál eru yvirtikin meðan onnur eru ríkismál, hevur við sær, at tað er ein sjálvsagdur rættur at Føroyar hava umboð í ríkistinginum har felagsmál verða umsitin. Tað er tí ein sjálvfylgja, at føroysku umboðini ikki kunnu vera – og heldur ikki eiga at vera – neutral í øllum málum, men eiga at hava ein konstruktivan og mennandi hugburð til arbeiðið á Fólkatingi, soleiðis at bæði Føroyar og felagsskapurin mennist av arbeiðinum.
Júst hugburðurin til arbeiðið á Fólkatingi er av stórum týdningi. Tú mást hava ein uppbyggjandi hugburð tá tú fert inn í samstarv, óansæð um talan er um Útnorðursamstarvið, Norðurlandaráðið, ES ella Ríkisfelagsskapin. Hugburðurin er avgerandi fyri tey úrslitini ið fáast burturúr og vísir eisini trúðvirðið yvir fyri tínum samstarvsfelagum. Sambandsflokkurin vil sjálvsagt vísa seg sum ein konstruktivan og álítandi samstarvsfelaga, har hann hevur umboð.
Flyta loysnir til Føroya
Føroyar eru í dag partur av altjóða samfelagnum, og vit hava á leið somu avbjóðingar og trupuleikar sum umheimurin. Hækkandi oljuprísur, vaksandi eldrabyrða og mangul uppá arbeiðsmegi eru dømir um felags trupuleikar í nógvum londum.
Okkara umboð á fólkatingi kunnu vera við til at síggja avbjóðingarnar fyri framman, hyggja at hvussu onnur lond hava valt at loysa trupuleikarnar, sortera millum tær loysnirnar londini hava valt, og vísa á hvørjar loysnir kunnu menna Føroyar.
Rák á Fólkatingi, Danmark, ES og aðrastaðni kunnu soleiðis á ein konstruktivan hátt nýtast til at menna politiska arbeiðið og lyfta støðið – eisini heima í Føroyum – og serliga um umboðini á fólkatingi eru at sær komin og hava røttu førleikarnar.
Tey fólkini hava vit í Sambandsflokkinum.
Magni Laksáfoss
Landsstýrismaður í fíggjarmálum




