Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Silva á land á Kunoyarnesi

Oliver Joensen

Kl. 23.37 í gjárkvøldið fekk politistøðin í Klaksvík boð um at Silva hevði siglt á land á Kunoyarnesi.

Karl Johansen av politistøðini sigur, at báturin var farin av Klaksvík ein leigitúr til Syðradals. Ímeðan siglt varð út eftir Vágni, tendraði róðursmaðurin radarin, men tá hesin ikki tendraði, bleiv ljósið í kabinuni tendrað og hugt var eftir radaranum. Men ansað var ikki eftir tíðini nóg væl og tí sigldi Silva við umleið 10 míla ferð upp á land.
Báturin stóð fastur og avrátt var ikki at taka hann av fyrr enn ímorgun, tí hann hevði fingið eitt stórt hol í botnin.
Í morgun tók Ziska so Silvu upp á sleip, eftir at hava sett fleiri pumpur frá bjargingarfelagnum og Sløkkiliðsstøðini umborð. Í Norðhavnini var Silva tikin upp á land.
Ongin mansskaði var orsakað av óhappinum.