Á fólkatingi vil eg vera ein rødd sum berjist fyri føroyskum áhugamálum og savni saman føroysku tjóðina um øll landamørk, eisini vil eg knýta føroyskar útisetar tættari til Føroyar vit teirra førleikum.
Fólkatingssessurin gevur mær møguleika at arbeiða við nøkrum áhugamálum eg veruliga brenni fyri.
Eitt av hesum áhugamálum er at upplýsa og skapa sambond millum mentunarstovnar og listafólk í Føroyum og niðri, men eisini um allan heim.
Eg hugsi um týdningin av at hava ein sterkan samleika, eitt sterkt mál og eina sterka mentan, tá vit traðka út í heim, og við stoltleika veruliga at kunna vísa hesa serstøku mentanina fram.
Eisini vil eg arbeiða við at menna umstøðurnar hjá føroyskari list og føroyskum listafólki at koma á altjóða pallin, og hinvegin sjálvandi eisini at fáa altjóða listina heim á føroyska pallin.
Men minst til, tú mást velja fyrst.
Heidi Peterssen.




