Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur heimavøllur: Team Klaksvík fyrsta dyst í badmintonhøllini

Norðlýsið ÍTROTTUR

Sunnudagin kl. 18:00 spælir Team Klaksvík sín fyrsta heimadyst í nýggju badmintonhøllini, sum verður hátíðarhildin við einum ábiti til áskoðararnar.

Team Klaksvík skal leika fyrsta dyst nakrantíð í badmintonhøllini sunnudagin kl 18:00.

Hetta er ein leingi væntað løta, og tí verður dysturin hátíðarhildin við onkrum góðum í hálvleikinu. Ein av stuðulsfyritøkunum hjá Team Klaksvík er “Hjá Jakupi”, og tey stuðla hesum serliga dysti við at geva áskoðarunum eitt ábit í hálvleikinum.

Annars skrivar www.team-klaksvik.com,  at venjarin hevur tikið liði út til hendan dystin, sum er ímóti Kyndli. Í hópinum hendan søguliga dystin verða: Bent – Sylvan – Fríðin – Allan – Niclas – Beinur – Steffan – Gunnar – Heri – Dánjal – Tórður – Willy – Rógvi.