Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marknardagur á Fossánesi

(Hannefía Joensen)

Leygardagin 24. november verður tann vælumtøkti marknaðardagurin á Fossánesi.

Tað eru 5. og 6. flokkur, sum skipa fyri saman við foreldrum og lærara.
Fimleikarahøllin verður býtt upp í básar, sum einstaklingar og fyritøkur leiga seg inn á. Eisini verður loppumarknaður, tombola, kaffisøla og ymiskt fyri børnini.

Endamálið við tiltakinum er at savna pening til námsferð uttanlands á vári 2009.