Nýggi stjórin á Strandferðsluni fer einki at gera við starvssetanir fyrr enn hann frættir frá Innlendismálaráðnum
– Málið viðvíkjandi nógv umtalaðu starvsetingunum umborð á Smyrli er til viðgerðar í Innlendismálaráðnum og eg farið einki at gera fyrr enn eg síggi hvørja niðurstøðu ráðið kemur til, sigur Jákup Danielsen.
Sprugdur um tað ikki er stjórin sum setur og loysir úr starvið á Strandferðsluni, svarar nýggi stjórin soleiðis:
– Tað kanst tú væl siga – men eg eri settur í starv av Innlendismálaráðnum.
Nýggi stjórin vísir aftur at hann hevur fingið boð um at bíðja við starvssetan frá Innlendismálaráðnum – men undirstrikar at hann sjálvur hevur avgjørt at bíðja til Innlendismálaráði er komið til eina niðurstøðu í málinum.
Hann vantar tó at málið verður avgreitt skjótt.




