Í samband við at nýggja danska skaldsøgan Færøblues kemur út verður skipa fyri móttøku í Leikalund fríggjadagin 23. november klokkan 16.
Talan er um bók eftir danska rithøvundin Lisbeth Nebelong og er hetta hennara næsta skaldsøga. Lisbeth hevur búð í Føroyum sum barn og ung, eins og hon eisini seinni mangan hevur vitja aftur higar.
Fyrsta verk hennara var tann so nógv umtalaða “Når engle spiller Mozart” sum kom út í 2003. Ætlanin er at geva út tríggjar bøkur, sum allar viðgera samanrenningina av danskari og føroyskari mentan í Norðuratlantiska samfelagnum. Hendan bókin Færøblues er um Kára, ið sum 19 ára gamal flytur úr Føroyum og ikki vitjar aftur heima á klettunum fyrr enn 25 ár seinni, tá hann skal luttaka í eini konsert í Norðurlandahúsinum sum cellospælari. Nú hevur hann konu og børn og kemur hetta at verða ein tíð, har hann m.a. kemur til uppgerðar við bæði barndómin og mammu sína.
Øll eru hjartaliga vælkomin á móttøkuna fríggjadagin, har høvi verður at hitta rithøvundan. Lisbeth Nebelong fer at lesa upp út bókini eins og hon eisini fer at greiða neyvari frá um bókina. Sjálv heldur hon eisini, at tað hevði verið spennandi við einum kjaki út frá teimum evnum, ið verða viðgjørd í skaldsøgum hennara. Høvi verður at keypa bæði hesa bókina og fyrru útgávu hennara, sum hon í hesum sambandi signerar.




