Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sum ein drangur í brimi

Oliver Joensen

Tað var ikki hissini vígsla, tá Klaksvík fekk eina høll afturat á stadionøkinum. Býurin er stórur, vit fingu fyrstu ítróttarhøllina fyri júst 40 árum síðani, so sigast má, at tað var tiltrongt at fáa eina ítróttarhøll afturat.

KÍ høllin hevur verið sera nógv upptikin seinastu árini, og hetta hevur havt við sær, at fleiri av ítróttarfeløgnum í býnum hava verið noydd at taka til takkar við fimleikarhallunum, og hara als ikki fingið venjingartímar í ítróttarhøllini.

Trýstið varð nó vorðið so stórt, at tá Jákup Anthoniussen fór undir at fyrireika eitt átak um at fáa eina høll afturat, ja, so megnaðu ongar forðingar at standa ímóti honum.

Sigast má, at tað er eitt ótrúligt ídni og áhaldni, sum Jákup her hevur lagt fyri dagin og fyri at taka í egnan barm fyrst, so trúu heldur ikki vit á Norðlýsinum uppá hugskotið, tá Jákup av fyrstan tíð stakk inn á gólvið hjá okkum, og luftaði sínar hugsanir.

Men vit royndu at vera loyalir, og heppaðu undir, tað vit kundu. Men samstundis fregnaðust vit við hvørt hvussu gekkst.

Tá vit vendu okkum til ymsar keldur okkara, sum stóðu býráðnum nær og eisini fíggingarstovnum, so var svarið allastaðni frá, at “hatta fór aldrin at ganga”.

Eisini varð ført fram, at “Badmintonfelagið”, hvat var tað? Eitt evarska pinkulítið felag, sum als ikki hevði gjørt vart við seg á føroyska ítróttarpallinum, vit høvdu jú onnur størri og meira seriøs ítróttarfeløg, ið ein heldur kundi trú skuldu staðið sum kraftin aftanfyri.

Fáum mundi koma til hugs, at júst Jákup Anthoniusen megnaði at vera samskiparin, ið fekk øll feløgini at standa saman, og í felag lyfta tunga takið, at fáa eina spildurnýggja og nútíðarhóskandi ítróttarhøll upp at standa.

Býur okkara er vorðin ríkari nú nýggja høllin er veruleiki. Tey mongu feløgini, sum kanska hóast vánarligar venjingarumstøður higartil hava fingið góð úrslit eru ovurfegin um nú endiliga at hava fingið nøktandi umstøður at arbeiða undir og hartil hava tey fingið felagsøhøli í nýggju høllini, har sjálvboðna arbeiðismegin, ið er grundarlagið undir flestu feløgunum kann húsast við praktisku fyrireikingum sínum.

Sigast má, at Jákup Anthoniusen hevur staði sum drangur í brimi í hesum máli. Hóast brotini hava verið ógvusligt viðhvørt og tað hevur sæð myrkt út, hevur hann megna at staði stinnur.

Vit fara við hesum at ynskja tykkum øllum, sum hava staðið saman um hetta megnar átak, hjartaliga tillukku við nýggju badmintonhøllini.