Joan, Durita, Una, Simona og Annika eru millum leikararnar á føroyska A-landsliðnum, ið sunnudagin spælir í badmintonhøllini ímóti íslendska U20-landsliðnum.
Leygardagin tann 24. og sunnudagin tann 25. november spæla Føroyar landsdyst móti íslendska U20 landsliðnum. Hetta váttar heimasíðan hjá Hondbóltssambandi Føroya, www.hsf.fo
Fyrri dysturin verður í Høllini í Kollafirði leygardagin kl. 16, og tann seinni verður í nýggju badmintonhøllini í Klaksvík sunnudagin kl 15.
Atgongumerkini til dystirnar eru eisini lutaseðlar. Høvuðsvinningur báðar dagarnar er ein flogferð við Atlantic Airways.
Høvuðsvenjari hjá føroyska a-landsliðnum er Sophus Dal-Christiansen, hjálparvenjari er Jakob Jónsson, liðleiðari er Eirikur Magnussen og fysioterapeutur Tina Jacobsen.
Íslendska liðið, ið telur 14 spælarar, kemur til Føroya við Atlantic Airways fríggjadagin. Tær halda til í Havn, men venja bæði í Hoyvík og Kollafirði. Stefán Arnason er venjari.
Landsliðsvenjarin, Sophus Dal-Christiansen, hevur úttikið hendan hópin til A-kvinnulandsliðið:
Ninna K. Hansen, StÍF
Anja Heinadóttir, Neistin
Unn Kragesteen, Neistin
Fríða Petersen, Neistin
Rakul Augustinussen, Neistin
Ása Dam á Neystabø, Neistin
Joan M Djordevic, Stjørnan
Durita Christophersen, Stjørnan
Una Olsen, Stjørnan
Fríða Marjunardóttir, VÍF
Tomma Petersen, VÍF
Jacklin Djurhuus, Kyndil
Simona Hansen, Freja
Erla Eliassen, Sindal
Annika Ljósstein, Fredericia
Íslendska landsliðið, ið kemur hendanvegin, er eitt U20 landslið. Við eru:
Guðrun Ósk Mariasdóttir, Grótta
Oløf Kolbrún Ragnarsdóttir, HK
Arna Erlingsdóttir, Akureyri
Brynja Magnusdóttir, HK
Ester Óskarsdóttir, Akureyri
Hildur Thorgeirsdóttir, FH
Jóna Sigríður Halldórsdóttir, HK
Karen Knútsdóttir, Fram
Karólina Gunnarsdóttir, Grótta
Kristín Collins, Valur
Rebekka Rut Skúladóttir, Valur
Stella Sigurðardóttir, Fram
Sunna Einarsdóttir, Fylkir
Sunna Jónsdóttir, Fylkir
Venjari er Stefán Arnarson.




