Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FK og økið við bátabrúgvarnar

John William Joensen

Tann 19. november er ein tíðindastubbi at finna á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu, ið ber heiti: “Keypssamtøkan fær grundøki”

Tað kemur fram, at býráði er samt um, at lata FK økið við bátabrúgvarnar.

Ætlaði bert at gera vart við nøkur viðurskifti, ísamband við hetta mál.

Málið, um at loyva FK byggiloyvi, var til viðgerðar í Havnar nevndini á næstseinasta nevndar umfari.

Á tí fundinum varð eingin samtykt gjørd, ið viðmælti at geva FK byggiloyvi við økið kring bátabrúgvarnar.

Men samtykt var, at kanna nøkur viðurskifti nærri.

At so Tekniska nevnd hevur melda út, at økið við bátabrúgvarnar, sum hoyrir undir Havna nevndina, skal nýtast til FK, má vera uppá teirra rokning.

Undiritaði gjørdi vart við, at hann ikki tók undir við at FK bygdi við bátabrúgvarnar, men vísti heldur á økið sunnanvert Shell støðina.

Kristian Eli Zachariasen
Býráðslimur

Harleywoodpaint