Verður Heðin settur sum landsstýrismaður í dag (23/11) so standa Innlendismál uttan landsstýrismann bert fýra dagar eftir løgtingsvalið
Løgmaður hevur higartil hildið fast um at løgtingsval verður 19. januar, men landsstýrið og løgmaður eru í starvið til nýggj samgonga er skipað og nýtt landsstýrið valt.
Tað er neyvan nøkur samgonga sum enn hevur verið skipað eftir einari viku – hinvegin hava vit ofta upplivað at drúgv tíð er gingin áðrenn nýggj samgonga er skipað.
Tí skapar tað í løtuni høvðurbrýggja á løgmannsskrivstovuni og í umsitingini hjá Sunda Kommunu at Fólkaflokkurin hevur víst á ein borgarstjóra – sum bert kann fáa farloyvi sum borgarstjóri í tveir mánaðar.
Sum Norðlýsið skilir so bíðar Heðin Zakariasen eftir Løgmanni í løtuni og fyrr enn omanfyrinevndi spurningur er greiddur – fer løgmaður neyvan at svara.




