Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Adventus Domini

Hannefía Joensen

Fjórða krimisøgan um Hannis Martinsson, eftir Jógvan Isaksen

”Tað lak út úr hálsinum á tí høvuðleysa manninum. Tað vínreyða teppið framman fyri seingina var druknað í blóði, sum somuleiðis hevði sprænt út á veggin yvirav. Annars sá kamarið á hotellinum í Miðbýnum í Havn stak friðaligt út. Her hevði greidliga eingin bardagi verið. Bara ein avrætting.”

Stutt fyri jól ringir ein umboðsmaður fyri stórmeistaran í Maltesaraordaninum til Hannis Martinsson og biður hann vera fyri sær á Farstøðini, tá ið hann kemur til Havnar. Frá tí løtu maltesarin er komin til Føroya og til jóla, fara bæði løgnar og harðligar hendingar fram ymsastaðni í landinum. Træðrir eru aftur til krossriddararnar á Rhodos í 16. øld og til S/S Sauternes, sum sakk í Fugloyarfirði í desembur 1941. Múrurin í Kirkjubø hevur somuleiðis ein leiklut.

Jógvan Isaksen: Adventus Domini. Føroyaprent legði til rættis, prentaði og bant inn. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. 253 bls. Kr. 260.