Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvørnin komin

(Hannefía Joensen)

“So komu vit aftur malandi” er hittinorðaða yvirskrivtin í oddagreini á snotuliga blaðnum hjá Sands Fornminnafelag.

Hetta er 10. ferðin at “Kvørnin” kemur út og sjálvsagt peikar innihaldið fyrst og fremst á hendingar og fólk í Sandoynni og Skúgvoy. Men ættarbond eru til at kalla allar Føroyar.

Eitt nú til Klaksvíkar, mynd er av Jógvani í Búðini á Sandi og Poulinu Lassen, dóttir Gudda í Víkunum í Klaksvík, sum vóru trúlovað. Men mongum brestur ætlan, Jógvan sló út undir Íslandi í 1933, og tað sjáldsama hendi, at týskur trolari fekk líkið í trolið. Trúlovingarringurin varð tikin av fingrinum og sendur donsku ambassaduni í Berlin, og soleiðis fekst greiða á, at tað var líkið av Jógvani, ið komið var í trolið. Poulina giftist seinri við Kaj Jens Thorvald Dam úr Kunoy og búsettist í Víkunum.

Eisini er skrivað um húsið “hjá Gøt-Elspu” í Skopun. Mynd er eisini av einum smádreingi, Andrias Skoåuningurin, sum búsettist í Klaksvík. Hann eigur nógvar eftirkomarar her norðuri.

Harleywoodpaint