Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kent navn, sum er nýtt í politikki, stillar upp

John William Joensen

Føroya Væl hevur annan uppstillingarfund mikukvøldið kl. 19 og sambart formanninum í Føroya Væl verða tvey nýggj – og kend andlit á listanum

Tíðindaskriv:

Føroya Væl, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, hevur annan uppstillingarfund mikukvøldið 28. november kl. 19 í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, J. H. Schrøtersg. 9.

Kaj Leo Johannesen, floksformaður og Magni Laksafoss, landsstýrismaður leggja fyri.

Lagt er upp til ein spennandi fund, tí okkurt kent navn, sum er nýtt í politikki, er í uppskoti til velevni. Nevndin í Føroya Væl harmast tó um, at fáar kvinnur bjóða seg fram sum valevni.

Roknað verður við fjølmentari uppmøting og vónandi verða fleiri nýggir limir eisini at síggja.

Bjarti Thomsen, formaður í Føroya Væl

——-

Við Norðlýsið sigur Bjarti Thomsen at tvey kend nøvn verða á listanum – persónar sum annars ikki hava verið í politikki áður.