Í sambandi við gudstænastuna í Christianskirkjuni sunnudagin, sum er 1. sunnudagur í advent, syngja jødisku hjúnini Lisa og David Loden.
Tey hava skrivað nógvar sangir, givið fleiri fløgur út og eru ein fragd fyri oyra at lýða á
David og Lisa Loden eru tvey av teimum kendu nøvnunum innan teir messiansku (kristnu) jødarnar í Ísrael. Tey eru ikki minst kend gjøgnum sang og tónleik. Tey hava gjørt bæði løg og tekstir til nógvar sangir, ið verða brúktir í messianskum meinigheitum, og tey hava eisini givið nakrar fløgur út og eru ofta úti og syngja – bæði í Ísrael og uttanlands.
David og Lisa Loden búgva í býnum Netanya, har David er prestur í eini meinigheit. David og Lisa eru upprunaliga úr USA, men tey fluttu sum vaksin til Ísrael. Tey stovnaðu meinigheitina, tá ið tey komu til Netanya fyri umleið 25 árum síðani, og hon er so spakuliga vaksin, og telur í dag nøkur hundrað fólk.
Lisa hevur starvast sum leiðari á Caspari miðstøðini í Jerúsalem, sum millum annað arbeiðir við undirvísing og íblástri fyri messianskar jødar eins og onnur, bókaútgávum, skeiðum og nógvum øðrum. Nú arbeiðir hon meiri við at stuðla manninum og arbeiðinum í meinigheitini.
Tey eru eisini bæði virkin í arbeiðinum at skapa frið millum jødar og palestinar.
Fleiri tiltøk um landið
Umframt at syngja í Christianskirkjuni koma tey at syngja og greiða frá teirra arbeiði á fleiri øðrum tiltøkum um landið. Skráin sær soleiðis út:
Leygardagin 1. desember kl. 21: Missónshúsið Thabor í Fuglafirði, innsavnan.
Sunnudagin 2. desember kl. 11: Syngja til gudstænastu í Christianskirkjuni.
Sunnudagin 2. desember kl. 18: Meinigheitshúsið í Havn, innsavnan.
Týsdagin 4. desember kl. 20: Missiónshúsið á Toftum, innsavnan.
Mikudagin 5. desember kl. 20: Emmaus í Klaksvík, innsavnan.
Á øllum tiltøkunum koma David og Lisa at syngja, tala og greiða frá teirra arbeiði. Allastaðni verður tulkað til føroyskt. Tað er Ísraelsmissiónin, ið skipar fyri tiltøkunum.




